Sleppa ikki í føroyskan sjógv enn
Íslendsku uppisjóvarskipini sleppa ikki enn í føroyskun sjógv eftir svartkjafti, tí samráðingarnar við Føroyar um fiskirættindi í 2026 eru ikki lidnar.
Tað hevur miðilin Fiskifréttir.is fingið at vita frá íslendska uttanríkismálaráðnum.
Men tær vera vónandi lidnar fyrsta dagin, sigur ráðið.
Reiðaríini eiga nógvan svartkjaft eftir frá í fjør. Hann verður fluttur til í ár.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

