Sleppa at fiska 11.750 tons av heystgýtandi sild í ár

Fiskast kann bara við uppsjóvartroli ella við nót

Føroysk skip sleppa at fiska 11.750 tons av heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi í ár.

Tí boðar Tilfeingis- og Vinnumálaráðið frá í kunngerð.

Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.

Fiskast kann bara við uppsjóvartroli ella við nót. 

Hjáveiðan av toski, hýsu, upsa og kongafiski í hvørjari avreiðing má ikki vera meir enn tvey prosent, sigur kunngerðin.

 

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo