Sleipistøðir í Klaksvík
Klávus Rasmussen, Klávus í Trøllagili, og Tummas Askham úr Havn skipaðu fyri. Sleipistøðin var burtur aftur, tá ið seinna kríggið brast á.
Á myndini er Skonnartin Stella Maria á Klaksvíkar á sleipistøð | Mynd: Tjóðsavnið
(grein úr Norðlýsinum/blaðnum)
Onnur mortorbátabedingin í Klaksvík varð løgd í Ravnagili í 1918. Aksel Olsen á Stongunum skipaði fyri. Hann hevði tikið motorskeið í Havn í 1912 og sama árið sett ein 12 hesta bolinder motor í útróðrarbátin Victoriu. Tá ið teir fóru at taka motorbátar upp í Ravnagili, máttu seks mans vinda handspælið. Hon nevndist Brøður Olsens beding, men kallað Lítla beding, tá ið størri beding kom norðanfyri.
Triðja motorbátabedingin í Klaksvík varð í 1922 løgd norðanvert Ravnagil. Brøðurnir Jógvan Kjølbro og Dávur úr Gerðum áttu hana. Hon hevði timbur- og maskindeild og átók sær allar umvælingar. Fáu sluppirnar, ið tá sigldu út av Klaksvík, máttu á beding aðrastaðni í landinum.
Vit nevna, at tá í motorur varð settur í sluppina John Bull tíðliga í tjúgunum, varð hetta gjørt, meðan hon lá á floti í Klaksvík. Borað varð fyri stevnirørinum við hond, tí at einki ravmagn var. Hetta var vágið og sera krevjandi arbeiði, men tað eydnaðist.
Klaksvíkar sleipistøð
Tá ið fiskiskapurin í Grønlandi tók seg upp miðskeiðis í 1920-árunum, fóru føroyingar at fáa sær størri skip, tí at sluppirnar vóru heldur smáar at fara so langa leið. At kunna taka hesi stóru skip upp, keyptu Jógvan Kjølbro og Dávur úr Gerðum eina sleipistøð úr Svøríki og lótu hana leggja á sama stað, har ið motorbátabedingin hevði ligið.
Skonnartin Ernestine, sum Dávur úr Gerðum í 1927 keypti úr Fraklandi, var eina ferð tikin upp á beding suðuri í Vági. Hetta eydnaðist væl, men teir høvdu ikki hug at royna aftur har suðuri, tí at hon var so stór og tung.
Klaksvíkar sleipistøð varð tikin í nýtslu á heysti 1928. Hon hevði ravmagn og var eina tíð einasta sleipistøð í landinum, sum kundi taka tær stóru skonnartirnar upp.
Í 1934 fór fyrsta nýsmíðaða farið – farma- og ferðaskipið Viðanes – av bakkastokki á Klaksvíkar sleipistøð. Ætlanin er at venda aftur til snøgga skipið í seinni parti.
Skipasmiðjan við Ravnagil
Umframt at umvæla deksfør smíðaðu teir eisini einstakar útróðrarbátar á Brøður Olsens beding. Í 1947 smíðaðu teir soleiðis Torvanes til Georg Joensen av Eiði, búsitandi í Klaksvík. Báturin var 32 tons, hevði hvalabak og 90/110 hesta hundested motor.
Í 1952 keyptu leirvíkingar Torvanes og nevndu hann Ternusker. Í 1958 kom farið aftur á vágna og fekk navnabroyting til Havnatindur og nummarið KG 464. Hetta vóru mest haraldssundsmenn, ið nú áttu bátin. Teir róðu dúgliga út av Klaksvík við Havnatindi í mong ár.
Í 1965 fór Árnabúgvin av bakkatokki á Brøður Olsens beding. Hann var 20 tons og hevði 97 hesta bukh dieselmotor. Árið eftir fóru teir til Íslands á saltfiskaveiði. Skipari og eigari var Jákup Eli Steffensen. Eftir fimm vikum var lastin full, 120 skippund. Umframt at royna við línu og snellu trolaði Árnabúgvin á landleiðini eisini.
Í 1979 keyptu feðgarnir, Hjalmar og Jákup Páll Joensen av Syðradali, búsitandi í Klaksvík, Árnabúgvan og nevndu hann Bjørgvin. Teir royndu við línu um veturin og snellu um summarið. Í 1990 seldu teir Bjørgvin og fingu sær størri bát.
Jákup Pauli Sólbjørg
Sama dag – 1. mai 1965 – sum teir strektu kjølin á Árnabúgvanum, fór Jákup Pauli Sólbjørg, f. 1948, at læra skipasmíð á Lítlu beding. Jógvan Olsen var bedingsmeistari.
Við myndatólinum tók Jákup Pauli fleiri myndir, tá ið Árnabúgvin fór at taka skap. Tær komu væl við, tá ið undirritaði seinni skrivaði bókina: “Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð.”
Í 1969 stóð Jákup Pauli sveinaroynd sum skipstimbrari og fór norður á Grótrætt at smíða útróðrarbátar saman við Jógvani Olsen og øðrum monnum. Í 1971 fór 20-tonsarin Bjørg hjá eiðismonnum av bakkastokki á Grótrætt og árið eftir 20-tonsarin Granit hjá Svend Thulesen.
Jákup Pauli Sólbjørg hevur seinastu mongu árini búð í Esbjerg. Hann var verandi í byggivinnuni, sum hann segði, til hann fór frá fyri aldur.
Tað er Óli Olsen, rithøvundur sum hevur greinina í blaðnum Norðlýsið/og á netinum.