Skulu ikki gjalda pening aftur fyri trygdarskeið

Hóast Landsgrannskoðanin kom til aðra niðurstøðu í 2021.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt niðurstøðu í málinum, hóast Landsgrannskoðanin segði nakað annað í 2021.

Sjónám og Vinnuháskúlin skulu ikki rinda skeiðsluttakarum, sum hava verið á trygdarskeiði, pening aftur, tí at teir hava rindað ov stórt gjald. 

Kunngerðin frá 2016 skal galda, og ikki tann frá 2012.

Tað er niðurstøðan hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, hóast Landsgrannskoðanin kom aðra niðurstøðu í 2021.

Sambært kunngerðini frá 2016, settu Sjónám og Vinnuháskúlin gjaldið upp í 6.500 krónur, tí tey vístu á, at nú vóru fleiri krøv til skeiðið.

Í 2021 segði Landsgrannskoðanin, at kunngerðin frá 2012 skuldi haldast, og tí settu vóru tey noydd at lækka gjaldið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: HER Skulu ikki gjalda pening aftur fyri trygdarskeið | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Tað skrivar Frants Jensen á kvf.fo