Fýra skúlanæmingar við Dýrindal
Í gjár fór trolbáturin Dýrindal av Klaksvík við kós móti I-kassanum. I-kassin er eitt økið norðvestur úr Mykinesi, sum opnar fyri fiskiskapi á midnátt, og sum manningarnar á trolbátarnir eru sera spentar uppá.
Dýrindal hevur ligið meginpartin av vetrinum, tí hann er ikki “vetrarbátur”, men er meiri í vinnu summarhálvárið.
Tað skrivar Føroyska Sjómanamissiónin. Mynd: MJ -Myndir
Nú skúlanæmingar hava fingið frí, eru tað fýra grammir og spentir næmingar, sum hava mannað Dýrindal.
-Vit ganga allir í skúla og hava fingið páskafrí. Tríggir læra til skipara og ein til maskinmeistara. Nú I-kassin opnar og vit hava fleiri frídagar, og fingu høvi at manna bátin, eru vit spentir at sleppa avstað. Tað siga Pól Eyðfinn, Jákup, Hans og Samson.
-Hóast vit hava siglt nokk so nógv, hevur bara ein okkara verið við Dýrindal fyrr, men man tað ikki fara at ganga? Vit hava skipað okkum soleiðis, at Samson er skipari, Jákup stýrimaður, Hans maskinmaður og Pól Eyðfinn dekkari og kokkur, siga teir.
Áðrenn teir løgdu frá landið hevði Pól Johannesen, trúboðari andakt umborð.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.