Skrokkurin av Dunga Jákupi komin til Føroya
Skrokkurin av nýggja frystitrolaranum hjá samtakinum Varðin í Gøtu, Dunga Jákup, sum er bygdur á Stozcnia Wisla-skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi, er komin til Føroya.
Dunga Jákup, er 49 m. langur.
Skrokkurin fór av bakkastokki og var yvirtikin 9. desember, og hann er nú sleipaður inn á Skála, har MEST skal gera skipið liðugt.
Tvær manningar við 9 monnum, skiftast um at verða við skipinum.
Vit vóru á Skála fyrrapartin, tá skrokkurin kom atbryggju, har vit hittu Boga Jacobsen, stjória í samtakinum Varðin.
HOYR SAMRØÐUNA HER Skrokkurin av Dunga Jákupi komin til Føroya | Kringvarp Føroya
Myndina og tekstin eigur Sigrún Brend/kvf.fo

