Skoraberg rent á land sunnanfyri Syðradal

Skipari og stýrimaður eru umborð hinir 5 eru fluttir av skipinum

Norðlýsið skrivar soleiðis um hendingina klokkan 07.38

Trolarin Skoraberg hevur rent upp á land á nestanga nakað sunnanfyri Syðradal. Ziska er á staðnum

Sum myndin vísir liggur Skoraberg á síðuni. Bjargingarbáturin Ziska er á staðnum. Tað er Brimil eisini. 

Vit hava tosa við vakthavandi hjá løgregluni.

MRCC fær fráboðanina kl. 03.28. Tað eru 7 mans við. 5 mans eru fluttir av skipinum. Skipari og stýrimaður eru eftir umborð. Brimil og Ziska eru á staðnum, upplýsir vakthavandi fyri Norðlýsinum.