Skonnartin Lilie
Hetta er seinasta avrikið hjá pápa okkara, nú hann er liðugur við hetta modellið av skonnartini Lilie, sum varð kallað Liljan. Pápi sigldi við Liljuni í seks ár í 1950unum. Hann er nú 93 ára gamal, og modellið er av skonnartini, tá hon var seglskip.
Liljan varð bygd í Fraklandi í 1921, og varð keypt til Føroya í 1929, tá Malvinus í Vátutoft keypti hana saman við Jógvan Kjølbro. Skipið varð seinni umbygt við motori og við tveimum mastrum.
Liljan sakk í Norðsjónum stutt undan jólum í 1960 á veg til Føroya við einum farmi av koli. Tá átti Kjølbro skipið einsamallur. Manningin varð bjargað umborð á Solo Deo Gloria, sum kom á Klaksvík við monnunum jólamorgun í 1960.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.