Skipini fara nú at leita eftir sild

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom í gjár á Runavík eftir at skipið hevði leitað eftir sild í íslendskum sjógvi.

(Myndin er tilvildarlig -vardin.fo eigur myndina)

Tað var tó lítið og einki av sild at finna, og tí kom Gøtunes inn á Runavík. Seinni fór Tróndur í Gøtu av Runavík, og setti kós eystureftir, har fleiri skip eru farin at leita. 

Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini fiskað makrel í norskum sjógvi, men hendan kvotan er nú fiskað.

Tað skrivar Kiran Jóanesarson á portal.fo