Skipið hevur verið opið fyri almenninginum
Garonne hevur ligið við kai í Havn síðani leygarmorgunin, og í dag og í gjár hevur skipið verið opið fyri almenninginum 4 tímar hvønn dagin.
Leygardagin vóru boðin: Kári Johansen, býráðslimur og formaður í nevndini fyri Tórshavnar Havn, Sigmund Norðfoss vegna Tórshavnar havn, Edvard Bjarnason, deildarstjóri á MRCC og skiparin á Hvidbjørnen, sum hevur ligið í Havn umleið síðani Garonne legði at.
Á myndini síggjast hesir, umframt skiparin, Pierre Vallez, loytnantur, Yann Marin, næstkommanderandi, eg sjálv og skipslæknin.
Tað skrivar Hanna Jensen.
Fleiri myndir eru á facebook-vanganum hjá Honnu Jensen, sum eru tiknar frá túrinum við Pressaranum út móti skipinum við loðsinum, frá tá Garonne legði at, frá vitjan í MRCC og frá vitjanum umborð.