Skipið fer at liggja í Føroyum á jólum
Langt á fiskileið
Síðstu tveir dagarnar hevur grønlendski trolarin, Tasilaq, landað umleið 1500 tons av sild í Fuglafirði. Teir byrjaðu at leita eftir sild í føroyskum sjógvi, men sóu ongan stima. Síðani gekk leiðin norður í altjóða sjógv, heilt norður á 70 stig.
-Fyrstu dagarnar vóru vit darvaðir av veðrinum og fingu ikki roynt. So batnaði veðrið, og sild var at fáa. Tað sigur skiparin, Jóannes Egholm.
-Støddin á sildini er góð, tí hon liggur um 350 gram. Har vóru tvey grønlendsk, nøkur føroysk og nøkur russisk skip í økinum, sigur hann.
-Nú er fiskiárið liðugt hjá okkum. Tá vit eru lidnir at landa, vaska vit skipið og fáa jólaferiu. Skipið fer at liggja í Føroyum á jólum, sigur hann.
-Vit takka fyri jólapakkarnar frá sjómanskvinnuringunum. Vit fingu eisini jólapakkar í fjør, og tað var ein frøi fyri allar og ikki minst fyri grønlendingarnar, sum ikki eru líka vanir við at fáa jólapakkar umborð, sum vit føroyingar, sigur hann.
-Gávurnar fløva bæði føturnar og hjørtuni – um so er, at hosur eru í pakkunum, sigur Jóannes, skemtandi, men meinar tað kortini.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.