Skipið fer á tvingsilssølu 20. januar
Tann 10. november 2022 boðaði Føroya Fútarættur í bløðunum frá, at tvey línuskip skuldu á tvingsilssølu.
Talan var tá um Váðastein, sum hoyrir heima á Toftum, og Borðoyarnes, sum er skrásettur í Klaksvík.
Tvingsilssølan var tá umbiðin av Óla Jákup Kristoffersen, advokati.
Veðhavarar hava krøv fyri 9,6 milliónir krónur í Borðoyarnesi.
Borðoyarnes fer á tvingsilssølu 20. januar kl 10.
Myndina eigur Martin Andreasen.