Skipið er fult, og nærum alt er toskaflak
Gott við góðum fólki
Í góðveðrinum, tíðliga í morgun, kom frystitrolarin, Enniberg, fullfermdur á Havnina. Teir hava roynt í russiskum og í norskum sjógvi og hava umleið 950 tons av flaki.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga. Mynd TJ-myndir.
-Vit fóru úr Føroyum 8. januar. Vit royndu í russiskum sjógvi til síðst í januar og hava síðani roynt í norskum sjógvi. Skipið er fult, og nærum alt er toskaflak, so túrurin er góður.
Tað sigur skiparin, Karl Danielsen.
-Vit vóru 35 mans. Aldursmunurin var frá 18 til 69 ár, so tað var ein góður blandingur av góðum fólki, sum vita, hvat teir skulu gera. Tá er lætt at vera skipari, sigur Karl skemtandi – men meinar tað hann sigur um fólkið.
-Nú skal skipið landast og okkurt smávegis viðlíkahald gerast. Eftir tað verður kósin óivað sett móti Svalbarð, har skipið skal fiska rækjur.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.