Skipasølur og fólksins ogn

Hoyr Breddin HER

TRÝST HER Breddin | Kringvarp Føroya

Skipasølur fyri 100-tals milliónir vísa, at vit eru aftur har, sum vit byrjaðu, í framhaldsøguni um fiskin, fólksins ogn og tilfeingisrentuna.

Í 2007 vórðu øll fiskiloyvi uppsøgd, tí stóra kvotuvirðið hevði við sær, eitt skip varð selt fyri 300 milliónir krónur.

Í dag er støðan tann sama.

20 ára gamla uppsjóvarskipið Jupiter varð í mai selt fyri góðar 200 milliónir krónur meira, enn tað var keypt fyri tvey ár frammanundan, og keyparin dylur ikki fyri, at tað eru kvoturnar, sum eru áhugaverdar.

Men í dag er eingin politisk reaktión.

Hví er tað so? Og eru nýggjastu skipasølurnar tekin um eina skeiva skipan, sum eigur at vera broytt?

Gestir: Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, Dennis Holm, Tjóðveldi, Hans Jacob Thomsen, Javnaðarflokkurin, Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, og Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin.

Vertur: Marjun Dalsgaard.