Skiparin á Kambi: Fingu ikki boyulúkuna aftur
Kambur hevði verið inni og krokað í nakrar dagar, tá ið skiparin gjørdi av at fara út aftur 5. februar, altso dagin fyri vanlagnudagin.
Hoyr Marjuna Dalsgaard greiða frá úr rættinum: Skiparin á Kambi: Fingu ikki boyulúkuna aftur | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tað greiddi skiparin á Kambi frá í sjófórhoyrinum í Føroya rætti í dag.
Tað vóru millum 15 og 20 metrar um sekundið, tá ið Kambur fór út aftur, men skiparin vísti á, at tað er púra vanligt hjá teimum at seta og draga í slíkum veðri.
Rak upp í ættina
Teir seta um eitt-tíðina um náttina, men tá ið teir skulu fara at draga um sjeytíðina týsmorgunin 6. februar, var øgiliga ófantaligt veður. Tað rak upp í ættina, og tað var sum í einari grýtu, ið kókar, so sjaskut var tað, greiddi skiparin frá.
Skiparin var sjálvur á brúnni, tá ið teir løgdu klárt at taka boyuna inn gjøgnum boyulúkuna í bakborð.
Kambur hevur dragibrunn, og tí verður sjálv línan drigin inn gjøgnum eitt hol í botninum. Men boyan verður tikin inn gjøgnum boyulúkuna í bakborð.
Les alla greinin HER Skiparin á Kambi: Fingu ikki boyulúkuna aftur | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Í Degi & Viku greiddi John Johannesen frá hendingin HYGG HER Dagur og vika við 3-2 | Kringvarp Føroya (kvf.fo)