Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Skip kunnu nú landa norðhavssild uttanlands

Neyðugt er at geva undantøk til landingar uttanlands, tí bíðirøðirnar at sleppa framat at landa í Føroyum eru ov langar, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður

Neyðugt er at geva undantøk til landingar uttanlands, tí bíðirøðirnar at sleppa framat at landa í Føroyum eru ov langar.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eftir at hann í dag hevur lýst eina kunngerð, sum loyvir skipum at landa norðhavssild uttanlands næstu vikuna.

Nýggja kunngerðin loyvir skipum at landa norðhavssild uttanlands í tíðarskeiðinum frá 14. november til 22. november.

Hoyr samrøðu við Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í útvarpstíðindunum: Skip kunnu nú landa norðhavssild uttanlands | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Fyri sløkum tveimum vikum síðani høvdu føroysk skip sløk 95.000 tons eftir av norðhavssild í ár.

Bara 5.500 tons vóru tá fiskað.

Kvotan er 100.313 tons í ár.

Tað skrivar kvf.fo