SKERDAN ARBEIÐSFØRLEIKA - HVAT GERI EG SO?
Hvat gert tú, um tú brádliga - ella so líðandi - gerst heilt ella lutvíst óarbeiðsfør/ur?
Almannaverkið hevur fleiri skipanir, sum kunnu hjálpa tær, um tú av eini ella aðrari orsøk gerst kropsliga ella sálarliga tarnað/ur. Millum annað arbeiðsbúgving, tilagað starv ella fyritíðarpensión.
Í Verkavarpið hava vit bjóðað Elina Ludvig, leiðara á deildini fyri arbeiðsbúgving í Almannaverkinum, og Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, at umrøða, hvørjir møguleikar eru fyri fólk við skerdum arbeiðsførleikum.
Lurta eftir poddinum á Spotify, Apple Podcasts ella í leinkinum niðanfyri