Skera makrel til flak á Tavuni í Leirvík
Tavan í Leirvík er eitt framleiðsluvirki, sum er í fremstu røð innan góðsking av okkara tilfeingi.
Gulllaksavertíðin er júst liðug, og seinastu mánaðirnar hevur virkið skorið gulllaks, sum er malin til fars.
Nú er makrelur á skránni, og á virkinum verður makrelurin skorin til flak, frystur og glaseraður.
Í síðstu viku keypti Tavan makrel frá Jupiter, og sagt verður úr Leirvík, at góðskan á fiskinum var sera góð.
- Makrelurin verður seldur á altjóða marknaðinum, og afturmeldingarnar eru góðar, verður lagt aftrat.
Tað skrivaði Vilmund Jacobsen, í Sosialinum í vikuni.