Skeiv nýtsla av arbeiðsmegi
Vinnuhúsið sigur, at kappingin um arbeiðsmegina er gróthørð, og arbeiðsloysið metlágt, og tað er næstan ómøguligt at finna skikkaða arbeiðsmegi. Búskaparráðið førir fram, at 706 fleiri starvsfólk skulu til eldraøkið næstu 10 árini umframt 338 fleiri nýggj búpláss. Vinnuhúsið mælir til at innflyta arbeiðsmegi fyri at nøkta tørvin.
Tað skrivar Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, á Facebook:.
Ein annar háttur at loysa trupulleikan er at niðurleggja arbeiðspláss, sum vit ikki hava tørv á. Ofta verður sagt, at vit skulu tálma almennu útreiðslurnar, og at tað er eitt sjúkutekin, tá tað almenna veksur. Eg fari her at pástanda tað øvuta. At tað er eitt heilsutekin, tá tað almenna veksur, tí tað merkir, at vit eru vorðin effektivari í privatu vinnuni og fáa fleiri almennar tænastur.
Eg havi ta áskoðan, at tað er tørvurin, sum vit hava sum menniskju, sum skal avgera, hvar hvør arbeiðir. Tað skal tí vera fræls kapping á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at vit lata tað almenna og tað privata kappast um okkara arbeiðsmegi. Vit fara so at velja tað arbeiðið, har størsti tørvur er eftir okkum, tí har fara vit at fáa hægstu løn.
Eg veit væl, at tað er hugur og hegni, sum skal avgera, hvat tú gert, men vit í tí privata, og tey í tí almenna kunnu umvegis lønina vísa, at vit hava tørv á arbeiðmegi.
Um vit hava stóran tørv á at fáa okkara gomlu passaði á einum eldrabýli, verður stórur eftirspurningur eftir at fáa fólk at arbeiða har. Somuleiðis verða eisini fleiri slík býli bygd. Hetta økir um tær almennu útreiðslurnar og økir um tað almenna sum arbeiðspláss. Men hetta er gott, tí Føroyar hava tørv á at passa eldri fólk. Til tað rinda vit skatt.
Tað er tí betri, at hesi fólk arbeiða har, heldur enn at arbeiða á einum flakavirki ella umborð á einum fiskiskipi ella á einum aliringi.
So fá sum til ber skulu arbeiða við útflutningi
Vit hava tørv á at veiða fisk og at ala laks og at menn sigla úti. Tað sum er felags fyri øll hesi – og har arbeiði eg sjálvur – er at vit skapa útflutning.
Og tað, sum hevur týdning, er, at vit skapa neyðuga útflutningin so bíliga sum gjørligt. Tað merkir, at so fá fólk skulu fáast við at skapa útflutning sum tilber. Tað eru tvær orsøkir til tað.
Onnur er, at so fáa vit, sum arbeiða við útflutningi, hægri løn, tá vit eru færri at býta inntøkurnar. Hin er, at so eru fleiri at gera okkurt annað, sum vit hava tørv á. At vit kunnu minka um tali í útflutningsvinnuni merkir, at vit arbeiða effektivari – antin við størri og betri skipum ella størri og betri smoltstøðum tildømis.
Vit eru eitt ávíst tal av fólki og kunnu tí ikki nøkta allan tørv, vit hava. Og tí er týdningarmikið at so fá framleiða útflutningin, tí so eru fleiri at arbeiða sum tænarar, kokkar, frisørar, hýruvognsførarar, heilsuhjálparar, húsasmiðir, múrarar, bøndur, bakarar, lærarar, pedagogar, skrivstovufólk, krambakallar, advokatar, blaðfólk, politikarar, prestar, politistar, fysioterapeutar, læknar - sum øll eru við til at nøkta okkara ómettiliga tørv.
Við øðrum orðum er tað okkara tørvur sum borgarar í samfelagnum, sum skal avgera, hvar føroyingar arbeiða. Okkara tørvur avger sostatt, hvussu mong arbeiða í fiskivinnuni, í alivinnuni, í samskiftisvinnuni, í matstovuvinnuni, í tíðindavinnuni, í undirhaldsvinnuni og í tí almenna.
Tá tað almenna veksur
Tá tað almenna veksur, eru tvey viðurskiftir, sum broytast. Annað er, at fleiri tænastur nú vera veittar okkum, sum vit hava tørv á. Tað kann vera, at fleiri vardar íbúðir eru bygdar, sum nøkta tørv okkara á tí. Og betri okkara tørvur verður nøktaður, hægri er okkara livistøði.
Hitt er, at tey, sum arbeiða í tí almenna, hava fingið lønarhækkan, sum er gott. Okkara livistøði er tað, vit fáa í løn, og skulu vit fáa tað betri, skulu vit upp í løn.
Allýsingin fyri hetta fyribrigdið kann sigast soleiðis: Um arbeiðsmegin skal brúkast til at framleiða eina aðra vøru ella tænastu enn hana, sum verður framleidd, skal tað vera tí, at arbeiðsmegin skapar størri nyttuvirði fyri føroyska borgaran – og harvið nøktar ein størri tørv - við at skifta arbeiði. Hetta hendir, um vit framleiða eina vøru, sum borgarin hevur størri tørv á. Tá hevur nýggja vøran størri virði enn hin fyrra, sum ger okkum meira produktiv, sum merkir, at arbeiðsmegin og kapitalurin, hon arbeiðir saman við, fær størri samsýning.
Alt hetta hendir, um vit lata frælsa kapping vera á arbeiðsmarknaðinum uttan bindingar, har vit ásanna, at øll størv hava eins stóran týdning, og vit ikki stuðla ávísum vinnum ella fyritøkum, sum skeikla kappingina um arbeiðsmegina.
Niðurleggja óproduktiv arbeiðspláss
Okkara egna arbeiðsmegi skal fáast við tað, sum nøktar okkara tørv best. Vit skulu heldur niðurleggja arbeiðspláss, sum vit ikki hava stóran tørv á ístaðin fyri at innflyta fremmanda arbeiðsmegi.
Forðingar eru lagdar inn í fiskivinnuskipanina soleiðis, at reiðarar ikki kunnu gera, sum teir vilja við fiskin, sum veiddur verður. Har eru ásetingar um, at heilur fiskur skal um uppboðssølu í Føroyum fyri at kunna verða seldur av landinum óviðgjørdur.
Orsøkin er, at føroysku flakavirkini skulu hava ein møguleika til at skaffa sær rávøru at framleiða. Hesar ásetingar binda mong starvsfólk á okkara flakavirkjum, tí fiskurin skal helst viðgerast í Føroyum. Tá eingin fiskur er at viðgera, stempla hesi starvsfólk inn á Fiskavirkisskipanina og vera fasthildin har, sum ger, at hinar vinnurnar, sum tørva arbeiðsmegi, ikki fáa hendur á henni.
Fiskivinnan á sjónum tosar um at økja um minstulønina, tí veiðan svíkur, og hýrurnar eru ov lágar, so torført er at manna skipini. Um eitt reiðarí ikki megnar at rinda manningini eina góða hýru er betri, at hesi skip vera seld til tey reiðarí, sum megna tað. Um ongar bindingar eru í fiskivinnuni, fara tað at vera nøkur fá stór reiðarí, sum megna at gjalda eina góða hýru.
Flakavinnan hevur í mong ár einki kasta av sær. Orsøkin til vánaligu gongdina er, at flakavirkini ikki megna kappingina við láglønarlond um at framleiða fisk. Láglønarlond eru kappingarførari og megna at gjalda ein góðan prís fyri føroyska fiskin.
Starvsfólkini á flakavirkjum gera eitt sera gott arbeiði og gera sítt allarbesta fyri flakavirkini. Men flakavirkini kasta einki av sær. Sostatt er hetta skeiv nýtsla av arbeiðsmegi. Arbeiðsmegin skal nevniliga fáast við tað, sum skapar mest virði og nøktar størsta tørvin hjá okkum føroyingum.
Allar forðingar beinast av vegnum
Tað er betri, at skipini fáa loyvi til at viðgera fiskin umborð, um reiðarin metir, at tað gevur meira ella at senda fiskin heilan av landinum, um tað er betri. Tað skapar eins stór virðir til føroyska samfelagið og meira verður hjá sjómonnum at býta sínámillum.
Útflutningurin verður skaptur, so vit føroyingar kunnu innflyta alskyns vørur, so sum sjónvarp, akfør og tilfar til hús. Men tá tað er gjørt, hava vit stóran tørv á øðrum tænastum í samfelagnum, sum vit føroyingar sjálvir skulu skapa og veita.
Tað er nevniliga spurningurin, hvar gert tú mest nyttu. Er tað betri hjá einum starvsfólki at standa á flakavirki og skera flak ella er tað betri, at sama starvsfólki fer á ellisheimið at taka sær av gomlum fólkum. Ikki ber til at gera bæði, og tí má veljast.
Um so er, at sjómaðurin sjálvur megnar at skapa neyðuga útflutningin við at veiða fisk, er ikki neyðugt, at eitt starvsfólk er á landi og sker í fiskin. Betri er, at starvsfólki fer á ellisheimið at arbeiða ella í ferðavinnuna at skapa virðir har ístaðin.
Tó verður tørvur á einum parti av virkjunum. Laksurin og botnfiskurin skal uppá land og kryvjast og pakkast, áðrenn fiskurin kann sendast av landinum. Eisini skal uppisjóvarfiskurin frystast og pakkast – antin umborð ella á teimum virkjum, sum eru á landi.
Fyri at stimbra hesari gongd skal minstalønin til sjómenn og fiskavirkisskipanin avtakast. Um so er, at flakavirkir ynskja at varðveita síni starvsfólk sum í dag, skulu tey sjálvi gjalda tað, sum Fiskavirkisskipanin í dag rindar.
Starvsfólkini, sum nú eru á flakavirkjum, og sum verða frígivin á arbeiðsmarknaðinum, um flakavirkir lata aftur, kunnu bjóða seg fram at arbeiða í tí almenna, har vit hava stóran tørv á heitum hondum. Har gera tey størri gagn.
Ikki neyðugt at innflyta arbeiðsmegi
Tað er ikki neyðugt at innflyta arbeiðsmegi. Betri er at lata fyritøkur stongja, um tær ikki megna at skaffa sær arbeiðsmegi. Ferðin á búskapinum lækkar tá eisini, sum í løtuni er alt ov høg.
Innflutningur av arbeiðsmegi viðførir, at vit skapa minni virði fyri hvønn einstakan, tí fremmanda arbeiðsmegin mannar óproduktiv størv. Stórur partur av størvunum á flakavirkjum eru mannað við útlendskari arbeiðsmegi. Uppgávan er eisini stór at flætta tey inn í samfelagið, so tey gerast ein vanligur partur av felagsskapinum. Betri er at flyta føroyingar yvir í størv, sum skapa størri virðir og niðurleggja óproduktiv arbeiðspláss.
Tey, sum hava stóran tørv á arbeiðsmegi, eru matstovu- og hotelvinnan, barnagarðar og eldabýlir. Trupulleikin er, at lønirnar á hesum støðum eru ov lágar. SUK sáttmálin er ikki nøktandi. Tey sum varða av matstovu- og hotelvinnuni eru noydd til at hækka lønirnar hjá sínum starvsfólkum munandi. Hetta er eisini galdandi fyri barnagarðar og ellisheim.
Hvør tímir at taka náttarvaktir á einum ellisheimi til eina lága løn. Hvør tímir at veita mat og vín eitt leygarkvøld til lága løn, hvør tímir at arbeiða á einum undirmannaðum barnagarði. Lønirnar hjá teimum, sum arbeiða um kvøldi á matstovum og hotellum og um náttina á ellisheimum, skulu hækka nógv. Tey eiga at fáa tvífalda løn, og tá verður mánaðarlønin á hesum støðum nøktandi. Eitt munandi lønarlyft skal eisini til á barnagørðum.
Um so var, høvdu hesar vinnur og stovnar fingið fólk beinanvegin.