Kostaði 535 mió kr.
Á middegi í gjár handaði J&K Petersen útbyggingina av Skansabryggjuni í í Havn til Tórshavnar havn.
Arbeiðið at útbyggja Skansabryggjuni byrjaði í 2016. J&K Petersen hevur verið høvuðsarbeiðstakari.
Arbeiðið hjá J&K Petersen fevndi um gerð av umleið 1000 m av nýggjum brimgarði, spunskai, bryggjuøki og ymsum tekniskum installatiónum.
Við hesi útbyggingini hevur Tórshavnar havn fingið umleið 900 m av kajkanti við 15 metra dýpi. Bryggjuøkið á Skansabryggjuni er vaksið við umleið 95.000 m2, soleiðis at tað í dag er umleið 157.000 m2 stórt.
Til arbeiðið eru farin umleið 3,4 mió m3 av gróti, ið eru førd inn við grótbáti frá grótbrotinum á Glyvursnesi.
Samlaða játtanin til arbeiðið er 535 mió kr.