Skálanes gjørdist fyrimynd fyri stállínuskipunum
Í 1946 fekk Skálanes sum fyrsta skip av sínum slag eina lítla frystilast. Henda frystilastin var fyrst og fremst brúkt til feskt agn og at frysta kalva. Helgi Jacobsen, rithøvundur greiðir frá í Smæruni í dag kl. 16.
Fransaskonnartin Skálanes hjá Dáva í Gerðum og J.F. Kjølbro var bygd í 1931. Í 1946 fekk Skálanes sum fyrsta skip av sínum slag eina lítla frystilast. Henda frystilastin var fyrst og fremst brúkt til feskt agn og at frysta kalva.
Skálanes hevði klárað seg væl áðrenn skipið fekk frystilast, men feska agnið og frysti kalvin gjørdu, at Skálanes var millum tey bestu skipini at fiska og hevði tær hægstu manningarhýrurnar.
Nevndin, sum fyrst í 1950-unum fyrireikaði Realin, ið skuldi vera grundarlagið fyri at endurskipa fiskiskipaflotan, hugdi at fleiri viðurskiftum. Millum annað skuldu nýggju skipini hava møguleika fyri stórum manningatali, so stóra arbeiðsloysið í fimtiárunum kundi minka. Varisliga skuldu føroyingar tí byggja nakrar nýggjar trolarar. Men harumframt legði nevndin stóran dent á týdningin at útvega eina hóskandi nøgd av línuskipum við frystirúmi. Nevndin vísti á, at royndir høvdu verið gjørdar seinastu árini við einum slíkum skipi í Føroyum og at úrslitini høvdu verið sera góð.
Skipið, sum nevndin sipaði til, var umbygda klaksvíksskonnartin Skálanes. At tað gekst so væl við Skálanes og at skipið sum tað einasta verður tikið fram í álitinum frá fyrireikingarnevndini at stovna Realin, man hava gjørt tað rímiliga lætt hjá Realinum ta fyrstu tíðina at játta lán til stállínuskip. Veruleikin vísti, at stállínuskipinin sammett við fiskiflotan áðrenn endurnýggingina, royndust so væl, at gott og væl 60 av hesum skipunum komu til landið eftir fáum árum.
Á Torradøgum í Klaksvík ferð Helgi Jacobsen, rithøvundur at greiðir frá í Smæruni -tað er í dag Hósdagin 23. februar Kl. 16.00