Skal Lars Løkke hava Høgna Hoydal við sær á NATO fund ?

"har kundi Lars Løkke eisini havt ein føroyskan ministara við, soleiði at vit beinleiðis eisini hava møgululeika á fyrstu parket at hoyra tað, sum verður sagt og hvat liggur í kortunum….....

Fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini
Spyrjari:  Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari:  Aksel Johannesen, løgmaður
Evni:  Luttøka á Natofundum

Spurningar: 
1.    Hvussu langt eru ætlanirnar komnar, um at senda ”ein føroyskan ministara” (sum løgmaður málber seg) saman við danska uttanríkisráðharranum á Nato fundir?

2.    Verður tað føroyski uttanríkisráðharrin, sum fer saman við danska ministaranum á hesar fundir?

3.    Metir løgmaður ikki, at hesar kreativu ætlanirnar, at javnseta ”ein føroyskan ministara” við  donsk embætisfólk, mugu leggjast fyri Utanlandsnevndina og/ ella Løgtingið til ráðførðslu?

Viðmerkingar: 
Spurningarnir byggja á útsagnir løgmans í Kringvarpinum hóskvøldið, aftaná júst lokna samstarvsfundin í Grønlandi 8. juni.

Ætlanirnar føroyinga um at fáa atgongd til Nato fundir eru ikki nýggjar. Farna samgongan royndi tað hon kundi, men tó eydnaðist ikki at fáa Natodyrnar opnaðar fyri føroyska uttanríkisráðharranum.

Vit munnu vera fleiri, sum hildu okkum hoyra skeivt, tá Løgmaður, eftir at hava gjørt vart við, at Føroyar ynsktu at verða við á Nato fundum, legði afturat, at, og her verður endurgivið frá útvarpssamrøðuni: ”har tað er møguligt sjálvandi hjá danska uttanríkisministaranum, hann hevur  embætisfólk við, har kundi hann eisini havt ein føroyskan ministara við, soleiði at vit beinleiðis eisini hava møgululeika á fyrstu parket at hoyra tað, sum verður sagt og hvat liggur í kortunum….

Á Løgtingi, 9. juni 2023s
Jenis av Rana