Skal fólkið fáa ágóðan av toskinum á Føroya Banka?

Nú Føroya Banki hevur verið friðaður í øll hesi árini fyri at verja toskastovnin har, er tíðin komin fyri okkara politiska myndugleika til at taka neyðugar avgerðir og leggja eina ítøkiliga ætlan fram fyri økið.

 

Tað stongda økið á Føroya Banka liggur innan fyri 200 metra dýbdarlinjuna og fevnir yvir umleið 4.000 ferkilometrar — also eitt rættiliga stórt øki. Her skal eisini havast í huga at toskaleiðir umfata bert ein part av hesum øki.

 

“Vit hava altíð vitað um góð og vánalig fiskiár, og toskafiskiskapurin á Føroya Banka hevur altíð fylgst við góðum og vánaligum toskafiskiskapi á landgrunninum,” sum Eyðun Hansen í Vestmanna vísti á. “Seinasta árið trolararnir royndu á Føroya Banka var í 1987 ella 1988, og línuskip og -bátar hava ikki roynt har síðan 2007.”

 

Føroya Banki hevur verið stongdur fyri vinnuliga veiði síðan 2009, tó hava snellubátar fingið loyvi at royna um summarið; hesir bátar eru tó illa egnaðir at fiska í tí farvatninum og síggjast ógvuliga sjáldan har. Og teir línubátarnir sum royndu har árini framman undan 2009 vóru fáir.

 

Vit vita at fiskaríið á Føroya Banka var ofta misjavnt; men vit kunnu ídag illa halda fram í púra ókritiskari trúgv á at einki annað enn “veiðitrýstið” er høvuðsorsøk til tey sveiggini, heldur enn havumhvørvið sjálvt — gróður, temperaturur, streymar og annað, eisini natúrlig ránsveiði hjá fiski, hvali, kópi og fugli.

 

Hvussu er og ikki, sum skilst lá tann árliga miðal veiðin av toski á Føroya Banka áðrenn økið varð stongt, um góð 2.000 tons. Seta vit kiloprísin til, sig 20 krónur, so snýr hetta seg um fitt av mistum peningi fyri ein illa sperdan heimaflota.

 

2.000 tons er jú tvær milliónir kg, og út frá einum prísi upp á 20 kr/kg er her er talan um einar 40 mió. árliga, sum aftur inniber at yvir nøkur ár tosa vit um hundraðtals mió. fyri tað føroyska samfelagið, ikki íroknað búskaparligar ringvirknaðir. Harafturat er nógv hýsa á Føroya Banka, sigst.

 

Eingin fer at takka okkum fyri at vit lata ísfiskaflotan bløða út meðan hvat ið svarar til eitt ótal av fiskitúrum við dýrum toskafongi bara fara til vanliga fiska- ella djóraføði í havinum. Er tað nøktandi stýring?

 

Royndarloyvi til línu?

 

At ganga blint eftir yvirlitstrolingini sum fór fram har meðan larmandi og styggjandi Magnus Heinason enn var í drift sum havrannsóknarskip, gevur stutt sagt ikki meining. Talan er fyri tað fyrsta um eitt so stórt havumráði sum ikki upp á nakran máta bar til at dekka av teimum yvirlitstrolingunum, og hartil var tað gamla skipið í tí standi sum tað var.

 

Men ikki tess minni so fann Magnus Heinason stóran, yvir seks ára gamlan tosk á Føroya Banka. Hvar tann toskurin var komin frá hava vit framvegis einki frætt um — einans hoyrt metingar sum Eyðun Hansen og aðrir royndir fiskimenn hava verið inniá, tó sum skilst uttan vísindalig prógv: nevniliga at toskurin var komin av teimum ytru, djúparu leiðunum.

 

Har átti ein stovnur sum Havstovan at havt møguleika at útgjørt tosk við merkjum sum flotna av aftur aftan á eina tíð, tað veri seg aftan á kanska tríggjar, seks ella tólv mánaðir. Tá hevði tað nevniliga kunnað borið til at staðfest á hvørjum dýpi tann merkti toskurin hevur ferðast.

 

Eisini vita vit um mong dømir hvar ið toskamagar hava innihildið ógvuliga stórar og tungar steinar, sum jú bendir á at hesir toskar kunnu hava verið niðri á munandi hægri dýpi enn hvat ið vísindafólk higartil hava kunnað staðfest. So júst her er ein týðandi spurningur ið hevur uppiborið vísindaliga kanning.

 

Og har eru fleiri aðrir áhugaverdir spurningar. Hvussu nógv havtaska man finnast á Føroya Banka, og hvussu nógv etur hon av toskinum? Og fyri alt tað, vita vit hvussu stórur partur av toskaynglinum har verður kannibaliseraður? Tílíkt veldst ikki minst um hvussu støðan er viðvíkjandi føði hjá fiskinum, og hetta vita okkara fiskifrøðingar sum vera man bæði eitt og annað um.

 

Men er tað eingin sum raðfestir at fáa umstøður sum hesar kannaðar á Føroya Banka, eisini eitt nú um botnurin nógvastaðni har er avtaglaður við skøtu og, um so er, hvørja ávirkan tað kann hava á føðina hjá toskinum?

 

“Tað sum toskur etur, verður sodnað innan fyri eitt samdøgur, og tá lítið er til av nebbasild og aðrari føði eta størru fiskarnir fleiri smærri toskar um dagin,” minti Eyðun Hansen á. “Tí er neyðugt at fiska nógv úr fiskastovninum tá hann er stórur, tí annars blívur kannibalisman ov stór. Hetta veit ein fiskifrøðingur. Um hetta er hent úti á Føroya Banka, er tó ringt at siga.”

 

“Toskurin kemur onkur ár í stórum nøgdum inn á bankan og verður verandi har so leingi sum føði er á bankanum,” segði vestmenningurin víðari. “Tí ber ikki til at rokna út við einum rokniarki hvussu stórur toskastovnurin er, og tað er ógjørligt at gera eina stovnsmeting, tí størsti parturin av stovninum er ikki altíð inni á grunninum.”

 

“Royndir hjá Havstovuni á Føroya Banka og vestan fyri Suðuroynna prógva at tað er verri fyri fiskastovnin at friða økir, og tað hava aðrar royndir eisini víst.”

 

Eyðun Hansen legði afturat: “Eldri kanningar sum Havstovan hevur gjørt vístu at havtaska kann eta upp til 10.000 tons av toski um árið á Føroyagrunninum. Tá ov lítið verður fiskað av stórum fiski er talan um undirfisking, og tá er trupult at fáa fiskastovnin at koma fyri seg aftur. Tey seinastu árini er havtaskustovnurin blivin størri enn nakrantíð fyrr, og tað ljóðar eisini at óvanliga nógv av hemara er komið inn á grunnarnar. Sjálvur vænti eg at kópastovnurin eisini fer at vaksa næstu árini nú liviumstøðurnar eru so góðar á havleiðunum kring Føroyar.”

 

So nei, tað hevði einki gjørt um, lat okkum siga, eitt línuskip slapp at royndarfiska yvir eitt ár á Føroya Banka. Hetta hevði ikki upp á nakran máta kunnað hótt toskastovnin har, men tað hevði kunnað givið okkum nakrar virðismiklar upplýsingar um hvussu støðan er, ella ikki er, á tí leiðini.