Skal Føroyabanki "detail" stýrast?

Eftir stórum politiskum trýsti,og har man tók Havstovuna á bóli, varð so Føroyabanki ífjør aftur latin upp fyri veiðu.

Veidd hagartil eru sløk 60 tons av toski. Eisini eru veidd 1.500 tons av hýsu, sum øll fór heil, óviðgjørd til Bretlands. Syrgiligt at hýsan av Bankanum, kanska heimsins besta hýsa, so at siga ikki verður virkað her á landi longur.

Tað er hugaligt at tað kom fram á Fiskivinnutinginum at fiskimálaraðharrin nú ætlar at fylgja tilmælinum frá Havstovuni um fiskidagar og veiðikapacitet.

Men enn restar ymiskt í sum td., :

 

  • Allur fiskur av Bankanum skal koma feskur til lands. Livur, rogn og høvd verða tikin.
  • Ynskiligt at ongin fiskur av Bankanum skal fara óviðgjørdur av landinum.
  • Brandið FØROYA BANKI skal fáast at virka til lýtar aftur.
  • Ein nevnd frá matstovuvinnuni, Visit Faroes og saltfiskavirkjunum skal sparra við Fiskimálaráðið við kreativum, vinnuligum hugskotum um Bankan.
  • Ein vrakarastovnur fyri Bankan skal setast a stovn.
  • Øll lið á sjógvi og landi sum arbeiða við Føroyabanka skulu á eitt gastronomiskt grundskeið fyri at fáa ein førleika at arbeiða við og virðismeta okkara fiska tilfeingi í einum gastronomiskum konteksti

 

Nú fer Jákup Sverri á Bankan í mars og úrslitið av hesum túri verður við til at avgera um friðingin skal halda fram og/ella ein avmarkað veiða verður lóvd, Tjóðini at frama.

Nú vit tosa so nógv um Bankatoskin mugu vit ikki gloyma, at toskurin á landgrunninum eisini er millum heimsins bestu, og er sera eftirspurdur og í høgum meti hjá italienskum og sponskum saltfiskakeyparum og hava virkir sum PRG i Gøtu, sum skjótt fyllir 100 ár, og Vaðhorn sera gott orð á sær á hesum marknaðum.

Johan Mortensen