Skakandi hending á Eiði
Fyri júst sjeyti árum síðani hendi ein rættiliga skakandi hending á Eiði.
Tað var hósmorgunin, hin 15. desember 1955, í lýsingini, um 7 tíðina, at eitt russiskt fiskiskip, sildaskipið Yakut fór á land í Taravíkini niðri á Møl á Eiði. Skipið, ið var um 200 tons til støddar, var skrásett í russiska økinum Kaliningrad við Eystarasalt, og hevði skrásetingartnummarið 186. Manningartalið var 25. Bjargingarstólur varð riggaður til av landi, og allir menninir komu frá vanlukkuni á lívi. Ein hevði tó brotið høgra bein, og vinstri fótur var illa løstaður. Hesin varð tí sendur til Havnar á Dr. Alexandrines Hospital. Restin av manningini varð sama seinnapart tikin umborð á russiska sleipibátin ”Purgan”, sum var komin inn á Eiðisflógva eftir teimum.
Hildið var, at skipið hevði mist róðrið, og at hetta var orsøkin til, at skipið fór á land. Onnur hildu, at teir mundu hava ætlað at farið ígjøgnum Djúpini, og høvdu mistikið seg í myrkri og kavaroki. Høgættarstormur var, og nógv brim.
Sjálvur var eg 13 ára gamal. Vaktur henda morgunin, royndi eg sum skjótast at koma oman á Møl. Royndi at sykla, men illa gekst. Komin oman á Seyðagøtu var vindurin so nógvur, at tað bar als ikki til, so eg mátti leiða sykluna restina av vegnum. Hjá mær hevði eg fototólið hjá mammu míni, eitt Kodak Six-20 Brownie E kassaapparat, við 6x9 jarnspola filmi í.
Út á morgunin linkaði vindurin. Fjarandi sjógvur var, og tá ið lýsti, eydnaðist mær at taka 4 myndir. Hóast myndirnar ikki eru so skarpar, so ber tó til at fáa eina hóming av støðuni henda desemburmorgun fyri 70 árum síðani.
Av tí at so long tíð nú er fráliðin, og tey fara at fækkast, sum annaðhvørt sóðu hesa hendingina, ella sum vóru við til sjálva bjargingina, havi eg valt at leggja myndirnar alment út her á Gamlar myndir av Eiði, fyri, um tað er møguligt, at fáa onkrar viðmerkingar frá fólki, ið vita okkurt at siga um hendingina.
Hesar myndirnar hava ongantíð áður verið vístar alment, men Eiðis bjargingarfelag, ið varð stovnað eftir hesa hending, hevur fingið avrit av myndunum til ognar.
Um sjálvar myndirnar:
Mynd 1. Yakut liggur í briminum.
Mynd 2. Bjargingarstólurin, við manni í, verður sjóraður inn. Á myndini hómast bakið á umleið tíggju av bjargingarmonnunum niðri í urðini, og tveimum smádreingjum. Haldi meg kenna Eivind Kruse, Mourits í Jógvansstovu og Edvard í Skorini.
Mynd 3. Stólurin er komin eitt sindur longur inn, og maður verður loystur úr.
Mynd 4. Seinasti maður, helst skiparin, í hatti og við skjáttu í føvninginum, verður bjargaður av vrakinum. Hetta var um middagstíð.
Myndirnar nr. 5 – 8 eru tiknar summarið eftir.
Á mynd 5 beri eg kenslu av trimum persónum: Hans Julian Jacobsen yviri í Gjógv, Pól Vesturdal og Jógvan á Forunum.
Felagið Sandgrevstur hjá Gordon Midjord og syninum Peturi, í Fuglafirði, keyptu vrakið og gjørdu eina roynd at fáa skipað av aftur á hægstu flóð. Skipið varð reist, og tangar festir til fyri at halda tí flótandi.
Á mynd 7 tekur Sandbáturin Ormen V trossa umborð og siglir hann út til verjuskipið Niels Ebbesen, sum síðani setti á. Men tíverri stóð Yakut enn so fastur, at tað ikki eydnaðist at fáa hann av aftur. Tískil varð hann ”høgdur upp”, og seldur sum gamalt jarn. Motorurin, sum var eysturtýskur, av slagnum Buckau-Wolf, 300 hk, varð tikin úr, og settur í skonnartina Hvítubjørn, sum Kjartani Mohr átti.
Allar myndirnar síggjast niðanfyri.
Á mynd 8 síggjast skipini Ormen V og verjuskipini Niels Ebbesen og lítli Lunden.
desember 2025
Jógvan Hammer









