Sjúrður Tollaksson verður væntandi í Skagen hósdagin

Skipið verður liðugtgjørt á Karstensens Skipsværft

Skrokkurin á Sjúrði Tollakssyni, sum er liðugtgjørdur  á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í  Póllandi, verður nú sleipaður til Skagen. Sjúrður Tollaksson verður væntandi í Skagen hósdagin (ETA 23 oktober KL 10).

Skipið verður monterað og liðugtgjørt á Karstensens Skipsværft skipasmiðjuni, og væntandi verður skipið leverað til Varðan seint á vári 2026.