Arbeiðsmarknaður: SJÚRÐUR BLEIV FAGNAÐUR
Næsta ár kundi Sjúrður Heinesen havt hátíðarhildið sín 25 ára starvsdag í Maskinmeistarafelagnum, men hann leggur ikki so nógv í merkisdagar og enn minni, at hóvasták verður gjørt burtur úr sær sjálvum.
Tí gjørdi hann tíðliga á árinum av at gevast sum skrivstovuleiðari eftir aðalfundin í ár, tí sjónin nú er vorðin so vánalig, at hann við egnum orðum illa fær arbeitt. 31. marts hevði hann sín seinasta arbeiðsdag, og tá bleiv hann fagnaður á lítlari samkomu í felagshúsinum við Grønlandsvegin og við einum betri bita á matstovu aftaná.
Við á samkomuni vóru nevnd og tey, sum húsast í felagshúsinum – umframt umsitingina hjá Maskinmeistarafelagnum, hevur Krabbameinsfelagið eisini høli og skrivstovuhald í húsunum hjá Maskinmeistarafelagnum. Vøkur orð og gávur Á samkomuni fekk Sjúrður gávur og nógv vøkur orð við sær á ferðini út í pensjónstilveruna. Hann fekk eisini nógv rósandi orð á aðalfundinum hjá Maskinmeistarafelagnum í mars og æruna fyri í síni tíð at hava fingið skil á felagnum og skrivstovurakstrinum.
Har greiddi hann eisini sjálvur eitt sindur frá tí fyrstu tíðini, tá upptakið var stórt, og tað mesta lá á sær. Tá hann byrjaði á skrivstovuni í 1999, skipaði nevndin seg sjálv við formanni og hon var ikki beinleiðis partur av umsitingini. Seinni bleiv formaðurin tó beinleiðis valdur, men formanssessurin varð í fyrstani bara roknaður sum hálvtíðarstarv. Ikki fyrr enn í 2012 bleiv formaðurin fulltíðarsettur og fastur partur av skrivstovumanningini hjá Maskinmeistarafelagnum.
Sjúrður Heinesen fylti 67 í september, so fyri aldur kundi hann lata seg pensjonera við góðari samvitsku. Men hann er væl fyri og dámdi væl sítt arbeiði, so var tað ikki fyri støðugt versnandi eyguni, hevði hann fegin hildið fram í starvinum í nøkur ár afturat. Tó at hann formliga hevur havt sín seinasta starvsdag, so hevur Sjúrður Heinesen lovað at vera tøkur hjá Maskinmeistarafelagnum í eina tíð, um tørvur onkuntíð er á hansara vitan og royndum