Sjúrðarberg skiftir navn til Río Solís IV
Sjúrðarberg var bygdur á Skála Skipasmiðju í 1988, tá kallaðist hann Skálafjall. Søguna um Skálafjall og sakarmálini minnast tey flestu.
Seinni skifti Skálafjall navn fleiri ferðir:
1992 til Beinir TN 330 Tórshavn
1995 til Akraberg FD10 Toftir
2003 til Akraberg GK 210 Grindavík
2005 til Akraberg Akureyri
2006 til Polonus GDY 36 Gdynja
2008 til Tunus Grønland
2017 til Dorado YLPB Latvia
2020 til Sjúrðarberg KG 184 Klaksvík
2024 seldur til Thor.
Hans Andrias Kelduberg er stjóri í Thor segði soleiðis við nordlysid.fo
- "Vit fara at sigla skipið til Spania, har tað skal umbyggjast. Skipið verður selt til útlendskt felag, sum vit eisini eru partur av og fer so at royna eftir botnfiski við Uruguay og møguliga Afrika",
Hendan “Río Solís IV” relevará al veterano “Ila” de Belnova | Puente de Mando - Juan Carlos Diaz heimasíða skrivar, at Sjúrðarberg skal eita Río Solís IV og skal avloysa frystirtolaran við navninum Ila, nú "Río Solís III", sum hevur tænt í felagnum síðan 1969, sum framvegis er i drift.
Myndina eigur útlendka heimasíðan eisini.