VIDEO - Sjúkrahússtjóri: Menninir vildu sleppa heim til síni kæru

Tann fjúrtandi maðurin er framvegis innlagdur til eygleiðingar. Samrøða í samband við tá Kambur sakk.

Trettan av teimum fjúrtan monnunum, ið vóru bjargaðir av Kambi, eru útskrivaðir og farnir heim til síni kæru, sigur Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, staðfestir, at menninir, ið vóru bjargaðir av Kambi, høvdu tað kropsliga gott. Men hann ásannar, at allir vóru djúpt skelkaðir av ógvusliga tilburðinum. 

HYGG AT INNSLAGNUM HER Sjúkrahússtjóri: Menninir vildu sleppa heim til síni kæru | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Hóast allir menninir fingu boðið at blíva verandi á Suðuroyar sjúkrahúsi, so valdu trettan av teimum fjúrtan at fara heim til síni kæru. Tað vildu teir, staðfestir sjúkrahússtjórin. 

Tann fjúrtandi maðurin er enn innlagdur til eygleiðingar. Hann kom so illa fyri, at hann noyddist at neyðhalda sær í tríggjar tímar á skipsíðuni á Kambi í vanligum klæðum, áðrenn tað eydnaðist at bjarga honum. Stutt eftir sakk Kambur. 

Tað skrivar Uni L. Hansen á kvf.fo