Sjóvinnustýrið: Viðlíkahald verður ikki altíð gjørt eftir reglunum
Royndir vísa, at ov lítið er skjalfest, tá útróðrarbátar, sum hava havt fleiri eigarar enn ein, verða umvældir, og viðlíkahald verður gjørt.
Ofta ger eigarin tað mesta sjálvur.
Og tað arbeiðið er ikki altíð eftir galdandi reglum hjá Sjóvinnustýrinum.
Millum tvey sýn verður ofta nýggj útgerð sett í bátar, og ótíðarhóskandi útgerð, sum er í ólagi, tikin úr bátinum.
Hetta hevur mangan við sær, at gjøgnumføringar, sum til dømis kaðalar, rør, akslar og lúkur, verða gjørdar, sum ger vatntættleikan verri.
LES ALT HER Sjóvinnustýrið: Viðlíkahald verður ikki altíð gjørt eftir reglunum | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Skipalistin eigur myndina og upplýsingarnar niðanfyri.
- Fyrr:
Navn Ár Havnanr. Heimstaður Lokkafelli 2021 VA 67 Sandavágur Ruan 2019 KG 730 Hvannasund Anru KG 730 Hvannasund Grindafossur SA 146 Skálavík