Sjóvinnustýrið: Gott úrslit á ICS flaggstats-avrikstalvuni

Einasta undantakið er Tokyo Mou White List, har vit hava ein reyðan teig

Á árligu avrikstalvuni hjá International Chamber of Shipping sæst, at Føroyar hava grønar teigar á øllum økjum, sum telja við, tá avrik hjá skipum undir føroyskum flaggi verða gjørd upp.

Einasta undantakið er Tokyo Mou White List, har vit hava ein reyðan teig. Føroysk skip eru kannaði 3 ferðir í hesum øki seinasta árið, og ongar viðmerkingar eru gjørdar. Tí halda vit, at teigurin heldur eigur at vera grønur við eini viðmerking um, at ov fá eftirlit eru gjørd til at gera eina meting.