Sjóvinnusavnið í Sørvági fingið sín fyrsta leiðara

7 umsóknir komu inn til leiðarastarvið

 

Felagið ”Messan”, sjóvinnusavn og mentanarhús í Vágum, søkti herfyri eftir leiðara at reka virksemi í nýggja sermerkta og stásiliga bygninginum, ið stendur við bátahylin í Sørvági.

7 umsóknir komu inn til leiðarastarvið og í dag kann felagið boða frá, at Jórunn Gudmundsen úr Sandavági, er sett í starvið.

Jórunn Gudmundsen er 32 ára gomul og hevur eina akademiútbúgving í leiðslu á Glasir og somuleiðis eina skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting.

Hon hevur seinast starvast sum marknaðarráðgevi hjá Teima Ráðgeving og leiðari av í Ungdómshúsinum í Sunda kommunu.

Undan hesum hevur arbeitt sum móttøku- og skrivstovufólk í einum farloyvisstarvi í ALS, skrivstovufólk í Familjufyrisitingin í farloyvisstarvi, umframt at hava arbeitt sum marknaðarleiðari í RD Group í 2022-2024.

Jórunn er virkin ítróttarkvinna og hevur íðkað nærum allan ítrótt og súkklar við Team Rynkeby.

Hon er eisini kend sum tónleikari og hevur útgivið fleiri stakløg.

Jórunn byrjar í starvinum sum leiðari fyri Messuna 1. apríl 2026.

Vit ynskja Jórunni hjartaliga til lukku og vælkomnari í Messuni.