Sjósavnið søkir eftir stjóra
Føroya Sjósavn á Argjum skal avloysast av einum nýggjum sjósavni, og at standa fyri tí arbeiðinum verður nú søkt eftir nýggjum stjóra til savnið.
Nýggja sjósavnið, ið er mett at kosta einar 80 milliónir krónur, skal millum annað vera einasta sjósavn í heiminum við livandi hemara.
Nú verður søkt eftir stjóra til nýggja Sjósavnið, og skal hann leiða arbeiðið at fáa fíggingina endaliga upp á pláss, standa fyri byggingini og síðani at reka og menna nýggja savnið.
Tað skrivar kvf.fo. LES ALLA GREININA HER https://kvf.fo/greinar/2023/04/02/sjosavnid-sokir-eftir-stjora