Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Sjómenn, og føroyingar sum arbeiða uttanlands, eiga ikki longur at fáa skattalætta

Sum støðan er nú, eiga politikarr ikki at samtykkja uppskot, sum leggja trýst almennu útreiðslurnar í framtíðini.

Tað er tann greiði boðskapurin frá Búskaparráðnum, nú tey hava lagt eina nýggja frágreiðing fram í morgun.

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, gera tey nógv burtur úr, at føroyski búskapurin er ikki haldførur og tí verður tað neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at komandi ættarlið skulu kunna fáa somu vælferðartænastur, sum vit hava.

Framgongdin í búskapinum hevur verið stór hesi seinastu árini og í hesum døgum er tað ein stórur trupulleiki fyri búskapin, at tað er so stórt trot á arbeiðsmegi.

– Hetta merkir samfelagið týðiliga longu nú - eitt nú fáa foreldur ikki ansað sínum børnum fulla tíð og ellisheim mugu lata stovur aftur tí tey mangla starvsfólk. 

– Politiska skipanin eigur at taka  LES ALT HER Dimma.fo | Allir skattalættar skulu takast av