Sjómansheimið 100 ár
Tað var fyrst í 1920-unum, at áhugin kveiktist millum føroyingar at byggja sjómansheim í Havn. Íblásturin kom óivað úr Danmark, har mong sjómansheim vórðu bygd um somu tíð. Peningur var savnaður inn um landið og feløg stuðlaðu væl ætlanini.
Tað skrivar Torleif Johannesen á trubodin.fo
Gomlu Fysikushúsini í Vágsbotni vórðu keypt, og farið varð undir at grava út fyri Sjómansheiminum. Grundarsteinurin varð lagdur sunnudagin, 9. oktober, í 1921, og eini 4-500 fólk vóru við til hátíðarløtuna.
Heimið vígt
13. mai í 1923, varð Tórshavnar sjómansheim vígt av Jákupi Dahl, prósti, og tikið í nýtslu. Tað var ein hátíðardagur, har mong fólk vóru komin saman, ja, so mong, at ikki var rúm fyri øllum.
Tá varð millum annað greitt frá, at heimið kostaði umleið 90.000 krónur. Nakað seinni, tá allar rokningar vóru gjørdar upp, vísti tað seg, at 35.000 krónur írestaðu.
Sjómansheimið hevði matarsal, lesistovu og 15 kømur við 35 seingjum. Um neyðugt, kundu fleiri sengur setast upp.
Sjómansheimið varð sera væl vitjað og var sum oftast fult av fólki. Handalig og andalig umsorgan fyri fólki, gingu hond í hond. Tí umframt song og mat, so vóru dagligar andaktir og kristilig umsorgan fyri gestunum nakað, leiðslan gekk høgt uppí.
Útbygt
12. august í 1956 varð stóra útbyggingin av Sjómansheiminum tikin í nýtslu, og 1. apríl í 1968 stóð nýggja hæddin á gamla bygninginum liðug.
Tórshavnar sjómansheim var savningarstað fyri mong bygdafólk, sum vóru ørindi í Havn. Flestu teirra komu til Havnar við skipi ella báti, og tá var nærum ikki farið aftur úr Havn, uttan at hava verið inni á Sjómansheiminum til eitt ábit ella ein drekkamunn.
Gentur úr flestu bygdum í Føroyum hava arbeitt á Sjómansheiminum í longri ella styttri tíð, og nógvir næmingar hava búð har undir lestri á sjómansskúla ella motor- og maskinmeistaraskúla.
Kreppuárini, fyrst í 1990-árunum, var ein fíggjarliga hørð tíð fyri Sjómansheimið, samstundis sum heimið var niðurslitið.
Miðskeiðis í 1990-árunum eydnaðist at fáa stuðul frá ITF (International Transport Worker´s Federation) og frá Mærsk á 5,2 mill. krónur. Eftir tað, byrjaði ein umfatandi dagføring av øllum heiminum, sum stóð liðugt 16. mars 1998. Tá var Sjómansheimið sum eitt nýmótans hotel, og fekk samstundis nýggja navnið, Hotel Tórshavn.
Broyttar tíðir
Um aldarskiftið broyttist arbeiðshætturin nógv í mun til, tá heimið læt upp í 1923. Skipini, samskiftismøguleikarnir og samferðslukervið vóru nógv betri, og tí minkaði tørvurin á Sjómansheiminum. Fleiri matstøð komu eisini í Havnini við tí fylgju, at færri ótu á Sjómansheiminum.
Tað kristiliga fylti heldur ikki líka nógv, sum undanfarnu árini. Kortini savnaðist sjómanskvinnuringurin har, og jólapakkar til sjófólkið vóru býttir út frá heiminum, og Alla halganarhaldið, 1. november og onnur tiltøk, vóru har.
Tórshavnar sjómansheim, ella Hotel Tórshavn, gjørdist meiri og meiri eitt nýmótans gistingarhús, har ferðafólk gjørdust størri og størri fíggjarligt grundarlag undir heiminum.
Heimið selt
2005 varð heimið selt, við tí grundgeving, at tíðin var ein onnur, og tørvurin á siðbundnum sjómansheimi var farin. Peningurin, Sjómansheimið, fekk frá ITF og Mærsk varð býttur út til sjómansheimini í Runavík, Klaksvík og Ørkina í Reykjavík. Meginparturin av peninginum sum kom inn fyri Sjómansheimið, varð latin Leguhúsinum í Nesvík.
Føroyska sjómansmissiónin takkar Gudi og menniskjum fyri tey 82 árini, heimið varð rikið; sum ein partur av arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini og fyri gott samstarv við nýggju eigararnar.
Sjómansmissiónin ynskir til lukku við teimum 100 árunum og Guds signing.
Kelda, Bókin: Lívgað sjófólk í eina øld – Sjómansmissión 1918 – 2018