Sjómaður mátti undir læknahond

Stutt fyri klokkan 9 í gjáramorgunin vóru boð send eftir tyrluni. Tað var skiparin á Baki sum vildi hava hjálp, tí ein maður var komin álvarsliga til skaða. Tá vóru teir eystanfyri Føroyar.

Skiparin setti beinanvegin kós ímóti landi, so styttri var hjá tyrluni at flúgva.

Tað tók 1.28 minnuttir frá tíð boðini komu til tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið.

VP.fo skrivaði at maðurin hevði fingið eina eina lúku í høvdið.