Sjómaður: Eg fekk boð frá bankanum at flyta úr mínum egnu húsum

...alt fór á “fanan og til” seinast í 80-unum

 

 

Á eggini

Sjálvbjargni liggur djúpt í hvørjum menniskja, verður mangan tikið til, og serliga politiska skipanin elskar at breggja sær av fyribrigdinum. Hetta hevur tó sínar avmarkingar, tá ið sjúka ella vanlagna á ymiskan hátt kemur á leiðina hjá tí einstaka – sum brádliga ella líðandi verður førdur út á eggina í føroyska vælferðarsamfelagnum.

Vitjaði ein gamlan kenning, sum í nøkur ár hevði verið seingjarliggjandi “einsamallur” heima við hús. Tá ið hann tosaði, var hann ikki lættur at skilja orsaka av sjúkuni, men hóast lívsneistin var nógv viknaður, so kendi eg framvegis hansara eyðkenda látur, sum var innbygdur í snakkingarlagið.

Einki pláss var fyri honum á røktarheiminum, men hann kærdi ikki sína neyð. Alt sítt lív hevði hann stríðst fyri at klára seg sjálvan og hevði sum so mangur her á landi havt sjógvin sum álit. Í bestu árum keypti hann skip saman við øðrum.

- Men alt fór “á fanan og til” seinast í 80-unum, og eg fekk boð frá bankanum at flyta úr mínum egnu húsum, greiddi hann frá. Eg skyldaði fleiri ferðir tað, sum húsini vóru verd, men eg noktaði at gera eftir boðunum. Bankin royndi fleiri ferðir at selja húsini hjá mær, men eg noktaði at flyta – og hvørja ferð bankin sendi fólk at hyggja at húsunum, rak eg tey úr túninum. Hetta tók konuni hart, men treisknið hjá okkum gjørdi, at vit at enda fingu eina avtalu við bankan. Nú er konan farin heim til Harran, og liggi eg seingjarbundin í einum húsum, sum vegna væntandi viðlíkahald eru um at detta oman yvir meg. Havi nú fingið greið boð um, at eg sleppi ikki úr húsunum, tí Kommuna hevur einki pláss – so eg liggi bara og bíði eftir Harranum og uppheitaðum frá heimahjálpini, segði hann og flenti fyri seg sjálvan!

Ein annar, sum misti pápan á sjónum sum ungur og sjálvur hevði upplivað at mist skip og heim, greiddi mær frá, at hann noyddist at flyta heimanífrá fyrst í 1990-unum og búsetast í Danmark.

- Har fluttu vit inn í eitt slag av eldra-leiguíbúðum, ið var sum skraddaraseymað til okkum. Vit trivust rættiliga væl, men børnini búðu øll í Føroyum, og tí fluttu vit heim aftur. Vit endaðu í eini privatari leiguíbúð. Nú eri eg einkjumaður og klári meg so illa, at eg komi ikki út fyri dyr.

- Eg og børnini hava gjørt alt fyri at eg kann sleppa á røktarheim, men eg havi bert fingið at vita, at eg standi í kø saman við 20 øðrum klaksvíkingum, sum hava akuttan tørv á røktarheimsplássi. Tað er svárt at viðganga, men tess meira eg hugsi um tað, tess meira angri eg, at vit fluttu heim!

John William Joensen