Sjómansmissiónin hevur fingið hesa heilsan frá Føroya Fiskimannafelag:

koma við jólapakkum fáa ein te - ella kaffimunn og okkurt gott afturvið.

Sjófólkið fegnast um jólapakkarnar

Aftur í ár ynskir Føroyska Sjómansmissiónin at gleða sjófólkið við jólapakkum.

Hetta er ein vøkur siðvenja, sum hevur frøtt og stimbrað sjófólkið í áratíggju.

Hóast sjófólkið neyvan hevur tørv á fysiskum gávum, so er tað ein góð uppliving, at fáa pakka frá onkrum ein ikki kennir og í flestu førum ikki er í familju við.

Harafturat stimbra pakkarnir undir, at fleiri manningar hava ein jólaløtu umborð, við sálmasangi, jólaevangeliið og hugnaligari samveru. Flestu av pakkunum hava eisini eitt Guds orð inni í.

Síðstu árini eru umleið 1200 pakkar árliga latnir føroyskum sjófólki. Eitt stórt kærleiksarbeiði liggur aftanfyri, og tøkk skulu gevararnir hava fyri tað.

Tað er eingin loyna, at tað fækkast við kvinnum og monnum, sum við gleði og ídni lata sjófólkinum jólapakkar.

Tí skal ljóða ein stór tøkk til teirra, sum lata pakkar.

Pakkar kunnu latast inn á fýra støðum um landið til umleið 3. desembur.

Støðini eru: Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakka í Havn, Leguhúsið í Nesvík, Blái Krossur Føroya í Saltangará og Hotel Klaksvik/Sjómansheimið.

Sjómansmissiónin hevur fingið hesa heilsan frá Føroya Fiskimannafelag:

-Í samband við, at jólapakkarnir til okkara sjófólk byrja at koma inn til Fiskimannafelagið, vilja vit á skrivstovuni fegin vísa takksemi og gestablídni soleiðis, at tey sum koma við jólapakkum fáa ein te - ella kaffimunn og okkurt gott afturvið.

Vit gleða okkum til hesa ársins tíð og vóna, at fólk taka sær tíð til at støkka inn á gólvið.

Heilsan, starvsfólkini á Føroya Fiskimannafelag-