Sjófólk og kommunuvalið

Brævatkvøður

Brævatkvøður sambandi við kommunuvalið 2024. 

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin (t.e. 5. november 2024).

11. november 2024 er seinasta freist at atkvøða við brævi. Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.

Freistir í sambandi við kommunuvalið 2024 - Løgmálaráðið (lmr.fo)