Sjófólk kunnu sleppa undan undan pørtum av skipsatstøðaraútbúgvingini
Sjófólk við drúgvum royndum á sjónum hava nú møguleika at sleppa undan pørtum av skipsatstøðaraútbúgvingini, um tey søkja um at verða førleikamett -
Sjónám skrivar:
Skipsatstøðaraútbúgvingin á Sjónám varð fyri nøkrum árum síðani broytt til eina samanhangandi útbúgving á eitt skúlaár, tó framvegis skipað við grundskeið smb kunngerð nr. 88 frá 4. august 2014 og endaskeið smb kunngerð nr. 121 frá 11. november 2015 um útbúgving til skipsatstøðara, løgd á ávíkavist heyst og várhálvu á hvørjum ári.
Tey ið hava tikið grundskeið av útbúgvingini ella verið á sjófartsskúla ella skúlaskipi uttanlands, kunnu søkja beinleiðis á seinna semestrið við byrjan 29.januar - til fulltiknan skipsatstøðara.
Sjófólk við hollum royndum kunnu sambært løgtingslóg um førleikameting (no. 67 frá 15. mai 2014) søkja um førleikameting fyri eitt nú fyrra partin av útbúgvingini. Førleikamettir umsøkjarar hava tí møguleika at byrja beinleiðis á seinna part av útbúgvingini.
Fyri sjófólk við drúgvum royndum á sjógvi og dugnaskaparroynd sum motorpassari ber umframt til at søkja at fáa førleikamett endaskeið ella partar av hesum.
Umsóknir um upptøku ella førleikameting til skipsatstøðara og spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til sjonam.