Ljóðsamrøða: Sjófólk eru áhaldandi móð
Møði hevur vanlukkur við sær, og sjófólk eru ein bólkur, sum er áhaldandi troyttur.
Tað sigur Annbjørg Abrahamsen, arbeiðssálarfrøðingur, sum í nýggjari kanning vísir á, at arbeiðið hevur stóra ávirkan á møðina.
Tað skrivar Ruth Winther Poulsen á kvf.fo
Sjófólk hava langar arbeiðsdagar, órógvaða svøvnrútmu og óregluligan svøvn. Tey hava kropsligt arbeiði, merkja rull og skift millum hita og kulda, sum alt ávirkar møðina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: https://kvf.fo/greinar/2023/03/20/sjofolk-eru-ahaldandi-mod