Sjey prosent av arbeiðsmegini í Føroyum, eru útlendingar
Í februar vóru nevniliga 2.137 starvsfólk í Føroyum, sum vóru útlendingar, ella ikki høvdu bústaðartilknýti til Føroyar, sum tað eitur.
Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum, ella tilsamans 7 av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. Allir danskir ríkisborgarar verða roknaðir sum føroyingar.
Tað merkir, at nú eru 134 útlendingar fleiri, ella 6,7 prosent, fleiri í ár enn fyri einum ári síðani.
Tað skrivar dimma.fo Trýst HER Sjey prosent av arbeiðsmegini í Føroyum, eru útlendingar - Dimma.fo

