Simona Paula á Fríðriksmørk givið sang út, ið er ognaður mammuni

Mamman sat eftir við trimum smábørnum, tá Sjóborgin fórst

Sjóborgin, sum var heimahoyrandi á Strondum, fórst 2. apríl í 1998, og fimm mans sjólótust.

Í dag er minningardagur teirra sjólátnu, og í hesum sambandi hevur Simona Paula á Fríðriksmørk givið sang út, ið er ognaður mammuni, sum sat eftir við trimum smábørnum, tá Sjóborgin fórst.

Simona var tveir mánaðir gomul, systurin var eitt ár og beiggin var trý ár, tá vanlukkan hendi.

Hóast Simona var nýføðingur, hevur sorg, ótti og ein hópur av ósvaraðum spurningum altíð ligið í bakhøvdinum.

Sum árini eru liðin, havi hon undrast á, hvussu mamman hevur megnað at givið henni og systkjunum eitt so gott og eydnusamt lív. 

Fyri Simonu er mamman tann sterkasta, sum hon kennir, og hon hevur altíð verið hennara vegleiðari. 

– Hon hevur ongantíð klagað um sína ringu lagnu framman fyri okkum. Eg veit tó, at tað eru fleiri tankar og kenslur aftanfyri hennara lagnu, men eg eri bangin fyri at spyrja hana um hetta, tí gerst hon kedd, so gerist eg eisini kedd, sigur Simona.

Innslag í Dagur & Viku sæst her: Simona brúkar tónleikin sum hjálpiamboð fyri sorg | Kringvarp Føroya

Sjóborgin