Silver Spray frá 1916 bleiv til stuttleikabát – virði 10 milliónir

Silver Spray var í 1929 keypt til Føroya. Í 1980 – árunum umbygdur til stuttleikabát.

Tá greinin um Fiskasentralin herfyri bleiv skrivað, kom eg at hugsa um Silver Spay, sum Jens av Reyni og Dánjal Jákup í Skipshandlinum í 1929 keyptu úr Niðurlondum.

Minnist væl Silver Spray, sum avreiddi til Fiskasentralin. Minnist eisini, tá Silver Spray í nøkur ár lá fyri teymi í Vágsbotni, eftir at vera tikin úr vinnu.

Men hvar endaði Silver Spray, eftir at báturin fór úr Føroyum fyrst í 1980-árunum. Silver Spray var í 2016 bygdur sum loðsbátur á skipasmiðjuni Piet Smit í Rotherdam í Niðurlondum.

So at leita og spyrja. Besta kelda er fyrst vinmaðurin Finn Bjørn Guttesen, sum er nørdur, tá talan er um bátar og skip. Síðani at spyrja Hans Jákup Hermansen beiggja Herman Hermansen, sum saman við øðrum keypti Silver Spray frá Fiskasentralinum. Hetta var í 1973. Herman og teir ætlaðu at brúka skipið til skeljaveiðu, skjóta sildreka og grindahval, sum var seldur til matna ella saltað. í greinini er mynd frá 1930 av Silver Spray við fullum seglum liggja fyri teym skamt úr Tinganesi. Navnið Silver Spray er sprottið frá bógbrotinum, sum kemur frá stevninum, tá báturin sker seg gjøgnum sjógvin. Síggi, at hálendingar skriva lítil skonnart um Silver Spray.

LES ALLA GREININA HER Silver Spray frá 1916 bleiv til stuttleikabát – virði 10 milliónir - Hvannrók (hvannrok.fo)

Myndin og teksturin er frá heimasíðuni hvannrok.fo