Sild í Ginn & Tonik á Tvøroyri
Í gjárkvøldið skrivaði Varðin Pelagic á facebook-vanga sínum, at virkið bjóðar húskjum marineraða sild
Soleiðis skrvaðu teir:
Seinastu dagarnar hevur nógv virksemi verið á Varðanum Pelagic. Umframt at vanliga framleiðslan koyrir við fullari ferð, hava vit eisini havt úr at gera at fáa marineraðu sildina klára til jóla - og tað eydnast! Sildakrukkurnar verða lidnar hesa vikuna, og sildabitarnir skulu nú bert liggja í endaligu marinaduni inntil 24. desember. Tá eru teir endaliga búnaðir og smakka best.
Sildakrukkurnar verða handaðar húskjum mánadagin 19. desember uttanfyri okkara skrivstovu frá kl. 15.00 - 17.00. Tey, ið vilja hava eina krukku, eru vælkomin framvið at fáa sær. Vit geva eina krukku pr. húski. Tað einasta vit ynskja afturfyri er, at tit skanna QR-leinkjuna á krukkuni og svara spurnakanningini um sildina
Vónandi taka fólk væl ímóti sildini og njóta hana saman við familju og vinum um jólini.
Eitt sindur um Ginn & Tonik sildina:
Sildin, ið vit brúktu til krukkurnar, varð fiskað millum Føroyar og Ísland fyrst í november í 2022. Dagin eftir varð sildin løgd í laka á Varðanum Pelagic, inntil hon var klár at leggja í endaligu marinaduna, sum vit hava framleitt í samstarvi við Gutta Winther. Úrslitið er ein serføroysk marinada, ið gevur ein dám av føroysku náttúruni.
Væl gagnist.