Siglandi tjóð eigur at hava vaktarskip
Gøtunes sleipaði um vikuskiftið íslendska farmaskipið Arnarfell. Tað kann ganga hálvt ár, til Tjaldrið aftur verður tøkt sum vaktar- og bjargingarskip.
Tað er gott at kunna líta á hvønn annan, tá á stendur, men hetta er als ikki nøktandi skipan.
Tað sigur Arngrím Hansen, skipari á Gøtunesi, sum um vikuskiftið sleipaði íslendska farmaskipið Arnarfell, ið hevði fingið maskinskaða einar 72 fjórðingar úr Akrabyrgi.
Man er altíð klárur at hjálpa hvørjum øðrum, og sleipið gekk væl, men eg haldi ikki, at tað er nøktandi fyri tjóðina. Vit kalla okkum eina fiskivinnutjóð, eina siglandi tjóð, og tað er avgjørt ikki nøktandi, haldi eg, sigur Arngrím Hansen.
Hvørki av vaktarskipunum er tøkt í løtuni.
Brimil verður ikki tøkur fyrr enn hálvan oktober, og tað fer helst at ganga eitt hálvt ár ella meir, til Tjaldrið aftur fer at røkja vaktar- og bjargingartænastu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Skiparin á Gøtunesi: Siglandi tjóð eigur at hava vaktarskip | Kringvarp Føroya

