Síggja, at vatntættar hurðar standa opnar, meðan fiskað verður

Sjóvinnustýrið gjørt eftirlitsátak umborð á føroyskum línuskipum.

Vatntættleiki: Endamál við kanningini

Skip eru býtt í vatntættar sektiónir við skottum og dekkum.

Hetta er fyri at forða fyri, at sjógvur kann breiða seg gjøgnum skipið, um tað lekur inn í eitt rúm. Hurðar og lúkur í slíkum skottum skulu vera:

• Tættar og

• Kunnu skalkast skjótt og trygt

Hetta er ein grundleggjandi partur av trygdini, ið skal tryggja, at skipið ikki søkkur, hóast ein sektión fyllist við sjógvi. Hvussu varð kanningin gjørd?

Kanningin varð gjørd við:

• Rundferð á skipunum, har hugt varð eftir, um pakningar og skalkingar vóru í lagi

• Tosað varð við manningina um, hvussu lúkur og veðurtættar hurðar verða nýttar í gerandisrakstri

• Kannað varð, í hvønn mun hurðar og lúkur verða lætnar aftur, meðan skipið er í rakstri

Høvuðsúrslit – vatntættleiki Kanningin vísti, at hóast hurðar inn til dragirúm vanliga vóru í lagi, tó vóru tær opnar undir rakstri umborð á fleiri skipum.

Á summum skipum vóru veðurtøttu hurðarnar ikki í lagi, serliga orsakað av manglandi skalkingum og slitnum lutum

• 76,7 %: Hurðar í yvirbygningi eru í lagi

• 79,2 %: Hurðar á fabrikk eru í lagi

• 79,2 %: Hurðar millum fabrikk og maskinrúm eru í lagi

Niðurstøða – Vatntættleiki

Kanningin vísir, at hóast útgerðin sum heild er til taks, so er integriteturin ikki altíð í lagi:

Hurðar standa opnar í rakstri

• Viðlíkahald og skalking er ikki nóg væl skipað

• Manningin hevur ikki altíð neyðugu førleikarnar til at nýta útgerðina

LES ALLA FRÁGREIÐINGINA HER https://fma.fo/wp-content/uploads/2025/07/linuskipini-atak-um-trygdarstand-2024-fragreiding-2025-1.pdf?fbclid=IwY2xjawLm5IVleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFOeU52dlhub2dKZVhJa0d4AR7McXBBMzfWEGMfUbz_5Y0Mx_Ax-GPOFsUWyj2xBRXQPli5tj-C7sbChw6cxA_aem_9R59Q_9fumR1GSxrNqpF6A