Síðutrolarin, Skálaberg KG 118

J. Símun Hansen skrivaði soleiðis um nýggja trolaran

Síðutrolarin, Skálaberg KG 118, kom flaggskrýddur á Klaksvík undan jólum 1956. Kjølbro læt trolaran smíða í Bremerhaven í Týsklandi. Hann var 955 tons brutto og hevði guvumaskinu við turbinu, tilsamans 1500 hestar. Skálaberg fermdi 560-600 tons av saltfiski og hevði pláss fyri 54 monnum, sjúkrakamarið íroknað.

Tað er rithøvundurin Óli Olsen sum skrivar:

Í bókini, Havið og vit, 1960, skrivaði J. Símun Hansen eitt nú soleiðis um nýggja trolaran: 

”Tað, sum hesa ferð vakti mest áhuga manna millum, var, at skipið kundi stýra beina kós, uttan at nakar maður nam við róðrið. Sjálvstýringin fer fram við eini gyrokumpass og elektriskum róðurgreiðum.”

Kaj Johannesen førdi Skálaberg fyrstu mongu árini. Jákup Oluf á Lakjuni var 1. stýrimaður og Erling Laksafoss 1. meistari. Mortan hjá Kaj, sum eisini var yvirmaður á Skálabergi, fór, sum frá leið, at skiftast við faðirin at føra trolaran. Samson O. Samson, systursonur Kaj, førdi eisini trolaran.


Mortan Johannesen, Mortan hjá Kaj, ið var nógv við Skálabergi, segði mær á sinni lívssøgu sína á sjónum. Týðiliga merktist, at faðirin var fyrimynd hansara. Vit taka hetta brotið:


”Eg haldi, tað var gott skil í pápa. Hann hugsaði seg altíð væl um, tók eingi óráð fyri, men brúkti vit og skil. Hann dugdi væl at leggja arbeiðið til rættis umborð. Í ringum líkindum var hann ofta millum teir fyrstu at leggja á dekkið, leggja bakk ella fara undir land at kroka, bar tað til. Men samstundis koyrdi hann tað øgiliga hart og legði nógv á seg sjálvan. Hann var sera kønur í at trola á ringum botni.


Sum árini gingu, bitu hesir eginleikar seg fastar í meg. Tá ið eg kom upp á brúnna at loysa av, dugdi hann sera væl við fáum orðum at siga, hvar vit vóru, um dýpið og umstøðurnar annars. Hetta prentaði seg inn í sinnið og minnið á mær og var ósigiligur lærdómur og óvurderilig hjálp, tá ið eg sjálvur skuldi føra skip og hava ábyrgd.”


Skoytast skal uppí, at fyrsta árið (1957) gjørdi Skálaberg fyrst tríggjar ísfiskatúrar, síðan fýra saltfiskatúrar og so aftur tríggjar ísfiskatúrar. Manningin ísfiskatúrarnar var 28-29 mans og saltfiskatúrarnar úr 46 upp í 51 mans.  


Skálaberg førdi mangan gyltan fongin til lands, men sum komið varð inn í sjeytiárini, fóru guvutrolararnir at takka fyri seg. Maskinan, serliga ketilin, hevði avmarkaða livitíð, og tá ið ov kostnaðarmikið var at seta nýggjan dieselmotor í trolaran, varð Skálaberg 4. juli 1974 seldur til Spania til upphøggingar.