Síðstu tíðina eru fýra ísfiskalínuskip farin úr vinnu
Ísfiskalínuskipini fækkast
Síðstu árini hava tað verið færri og færri ísfiskalínuskip í føroyska flotanum. Hetta hendir samstundis, sum frystilínuskipaflotin er vaksin.
Frystilínuskipaflotin er kortini ikki vaksin í sama mun sum ísfiskalínuskipaflotin er tódnaður, tí nøkur loyvir eru løgd saman, so skipini hava fleiri fiskidagar.
Síðstu tíðina eru fýra ísfiskalínuskip farin úr vinnu. Gamla Sandshavið er skift út við nýggja Sandshavið og Skørin er seld til Kanada. Váðasteinur er seldur til reiðaríið M/S Kambur á Strondum og P/F Regn á Toftum hevur keypt Borðoyarnes.
Sum skilst fara hvørki gamla Sandshavið, Váðasteinur ella Borðoyarnes aftur í vinnu.
Alt hevur sína tíð. Prædikarin sigur tað soleiðis í 3,1:
“Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð”
Gudi og menniskjum verður takkað fyri tað, hesi skip hava signað land og fólk okkara við.
Gud signi sjófólkið!
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin- Mynd TJ-myndir. Fleir myndir síggjast HER https://www.facebook.com/sjomansmissionin