“Síðani eg var smágenta havi eg hoyrt um Mercy Ships"
Súsanna er við skipi hjá Global Mercy
Tann 20. apríl fór Súsanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba, umborð á sjúkrahússkipið Global Mercy, har hon tær næstu vikurnar skal starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Ein føroyingur við einum skipi hjá felagsskapinum, Global Mercy.
Tann 20. apríl fór Súsanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba, umborð á sjúkrahússkipið Global Mercy, har hon tær næstu vikurnar skal starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur. Skipið liggur í Freetown, sum er høvuðsstaður í Sierra Leone. 174 metrar langa Global Mercy er merkt 37.000 BRT og er heimsins størsta sivila sjúkrahússkip. Skipið er rættiliga nýtt – fór í sigling í fjør, og við skipinum eru 450 hjálparfólk. Umborð eru 7 væl útgjørdar skurðstovur við tilsamans 80 seingjarplássum. “Síðani eg var smágenta havi eg hoyrt um Mercy Ships, og tá skipið Anastasis vitjaði í Føroyum fyri nógvum árum síðani, var eg umborð har. Eg havi droymt um at gerast lækni ella sjúkrasystur, og at kunna fara umborð á eitt av skipunum – og tað geri eg nú,” sigur Súsanna.
Fleiri føroyingar hava gjøgnum tíðina verið við skipum hjá Mercy Ships, men Súsanna Hendriksdóttir Olsen er tann fyrsta, sum er við nýggjasta skipinum.
Leiðslan fyri Mercy Ships Føroyar arbeiðir støðugt við at fáa fleiri føroyingar við skipunum hjá Mercy Ships.
Umleið 7.000 skurðviðgerðir og túsundvís aðrar sjúkraviðgerðir verða árliga gjørdar umborð á Global Mercy. Súsanna Hendriksdóttir Olsen kemur heim aftur til Føroya tann 9. juni.
Tað skrivar Mercy Ships Føroyar